Strandamáling

Strandamáling er tann einasti framleiðarin av føroyskari máling. Nógvar nýggjar føroyskar málingarvørur eru mentar seinastu árini á virkinum. Kenda TOL-málingin er bert ein lítil partur av framleiðsluni og søluni hjá virkinum í dag.

Úrvalið hjá Strandamáling víðkast hvørt ár. Fremstu vørurnar á virkinum eru í dag T16 og Betongmáling. Hesar báðar mynda, saman við røðini av umhvørvisvinarligari innanduramáling: Nr. 7, Nr. 17, Loftsmáling, Fylligrundara, Sperrigrundara og vátrúmsmálingini x25 og x60, ta bestu málingina á marknaðin.

Hetta eru dygdarvørur á hvør sínum øki, sum í fleiri ár hava ment sína støðu á marknaðinum. Tað týdningarmesta hjá Strandamáling er júst hetta: Máling, sum er haldgóð og løtt at brúka. 

Fyritøka Strandamáling
Endurstovnað 2011
Heimstaður Strendur
Heimasíða http://www.strandamaling.fo
Telefon 200490
Framleiðsla Máling