Krás

í 1986 varð P/F Krás stovnað sum eitt dótturfelag hjá P/F Poul Hansen heilsølu og yvirtók alla matvøruframleiðsluna. Fyri nøkrum árum síðan flutti virkið til Hósvíkar, og úrvalið er økt munandi síðan tá.

Í løtuni arbeiða seytjan fólk hjá Krás. Tey skulu bert hugsa um dygga tilgerð av vøruni, meðan heilsølan tekur sær av sølu, umsiting og avgreiðslu av vøruni. Arbeiðshølini og útgerðin eru nýggj við eini nýmótans pakkilinju. Virkið lýkur øll krøv til matvøruframleiðslu.

Krás framleiðir rullupylsu, kjøtpylsu, skinsakjøt og tað vælumtókta livurposteiið til viðskera úr bestu rávørunum.

Til feskan døgurðamat verður framleitt fiskafars, kjøtfars, malið neytakjøt, ymsar steikir av neytakjøti og kotelettir o.a. av svínakjøti.

Til frystan døgurðamat verður framleitt saltsprongt lambskjøt, saltsprongt neytakjøt og lambstjógv. Umframt hetta roykir Krás bæði hamburgarrygg og flesk.

Kappingin móti innfluttum vørum er í dag serliga hørð. Krás slakar tó ikki upp á dygdina, hon verður altíð sett í hásætið. Stórur partur av framleiðsluni er serføroysk, so sum skinsakjøtið og føroyska rullupylsan og ymisk vøra frá slaktinum um heystið. Krás keypir seyð frá føroyskum bóndum og flettir eisini uppá tænastu.

Framleiðslan av vøru frá føroyska seyðinum økist ár um ár og verður seld til flestu matvøruhandlar í landinum. Á tann hátt vil Krás virka fyri at øll húski í Føroyum hava møguleika fyri at matgera úr føroyska seyðinum og  á tann hátt styrkja um føroysku matmentanina frá seyðahaldinum. Krás setir sær fyri at gagnnýta sum mest frá slaktinum. 

Fyritøka Krás
Stovnað 1986
Heimstaður Hósvík
Heimasíða www.ph.fo
Telefon 360148
Framleiðsla Matvøra