Kjøtbúðin

Kjøtbúðin leggur seg altíð eftir bestu rávøruni, og tað er ein orsøk til at fyritøkan, og serstakliga rullupylsan, er vorðin víðagitin millum fólk.

Síðani Kjøtbúðin byrjaði sítt virksemi í 1921, hevur hon lagt seg eftir at gera fáar, men dygdargóðar vørur.

Grundarlagið við dygdargóðum rávørum og handverki heldur fram í einum nýmótans matvøruvirki. Nærlagnið og gomlu uppskriftirnar trívast sum fyrsta dagin.

Fyritøka Kjøtbúðin
Stovnað 1921
Heimstaður Tórshavn
Heimasíða www.pm.fo
Telefon 311828
Framleiðsla Kjøt