Reint og føroyskt

Øll kenna sitrónuppvaskið frá Kemilux. Men Kemilux ger so mangt annað eisini. Vaska hendur og Vaska upp og niður eru nýggjar, góðar føroyskar vørur, sum hava vunnið tokka hjá føroyingum.

Í 1965 fór Kemilux undir at framleiða sápu. Føroyska sápu. Høvuðsendamálið var at nøkta reingerðartørvin hjá teimum ymisku kundunum.

Kemilux hevur góðar royndir við at framleiða S1-Extra, sum er gott til alt gravskitið. S1-Extra er sera munadygt at vaska við um borð á skipum, oljuboripallum og líknandi, heilt frá maskinrúminum og upp á brúnna.

Hvat er reinari føroyskt enn Kemilux? 

Fyritøka Kemilux
Stovnað 1965
Heimstaður Tórshavn
Heimasíða www.kemilux.fo
Telefon 662000
Framleiðsla Sápa