HDYGD

Ein sólskinssøga. Soleiðis kanst tú stutt lýsa HDYGD. Virkið hevur eina langa søgu, sum strekkir seg heilt aftur til 1968, og virkið hevur verið í støðugari menning líka síðan. Í dag stendur HDYGD sum ein háborg, tá ið um ræður føroyska framleiðslu. Allar vørur og tænastur, sum HDYGD veitir, hava føroyskt íslett.

HDYGD framleiðir og selur vindeygu, hurðar og húsaklædningar og veitir eisini monteringstænastur. Tað, sum er serligt við vørunum hjá HDYGD, er ikki bara tað, at tær eru framleiddar í Føroyum, men eisini, at tær eru framleiddar við atliti til serliga føroyska veðurlagið, ið krevur serliga høga góðsku. Tilfarið, ið verður innkeypt til framleiðsluna, er fyrsta floks, soleiðis at tann framleiðslan, sum verður framd á virkinum, somuleiðis er fyrsta floks. 

Fyritøka HDYGD
Stovnað 1968
Heimstaður Vatnsoyrar
Heimasíða www.hdygd.fo
Telefon 312177
Framleiðsla Vindeygu og hurðar