Bakkafrost

Bakkafrost hevur ment seg frá smáum korum til í dag at hava 850 fólk í starvi. Virkið framleiðir føroyska vøru, sum verður heiðrað um allan heim. Samstundis er vøran heilsugóð og er á tremur við vitaminum og sýrum, sum myndugleikarnir viðmæla okkum at eta.

Í sjónum kring okkum svimur heimsins besti fiskur. Kaldi sjógvurin norðanífrá og flógvi sjógvurin sunnanífrá gera havið kring okkum serstakt. Her trívist fiskurin best. Tað er í hesum kringumstøðum, at Bakkafrost hevur sín heimavøll. Við hesum fyritreytum verður laksur aldur, sum er umbiðin um allan heim. Laksurin verður fóðraður við føroyskum fiskamjøli og fiskalýsi, og saman við kringumstøðunum er úrslitið, at laksurin frá Bakkafrost helst er besti og sunnasti laksurin í heiminum. 

Laksur er ikki bara smakkgóður matur, men eisini heilsugóður matur. Laksur er feitur fiskur, sum inniheldur stórar mongdir av Omega-3 sýrum. Omega-3 sýrur eru góðar fyri hjartað, eyguni og heilan. Danska Sundhedsstyrelsen mælir til, at vit eta fisk sum høvuðsmáltíð tvær ferðir um vikuna, tí at fiskur er sunnur og góður fyri okkara heilsu.

 

Fyritøka Bakkafrost
Stovnað 1968
Heimstaður Glyvrar
Heimasíða www.bakkafrost.fo
Telefon 405000
Framleiðsla Laksur