Atlantic Airways

Føroyar liggja langt burturi frá europeiska meginlandinum. Tí má sambandið út í heim vera støðugt og gott, skulu vit trívast her. Í 1988 fóru vit á flog við føroyskum veingjum. Síðan tá hevur lítla flogfelagið ment seg nógv. Flogfelagið, vit øll kenna: Atlantic Airways. 

Í ár ber til at flúgva beinleiðis við Atlantic Airways til tólv ymisk ferðamál í Europa. Nærum 3000 fráferðir um árið - tíðliga á morgni til seint um kvøldið. Flúgv út í heim til summar og sól. Út í heim at fundast, at lesa, at uppliva og at liva. Tað besta við at fara út í heim? At koma heimaftur: Heim at halda jól. Heim til ólavsøku. Heim til familju og vinir. Tá eru vit her fyri teg. Longu tá tú trínur umborð, kennir tú teg heima. 

182 starvsfólk starvast hjá okkum, og flotin fevnir um trý flogfør og tvær tyrlur, ið øll ynskja at flúgva fyri Føroyar. 

Vit vita, hvat skal til fyri at kunna flúgva trygt og gott. Tí vit hava útgerðina, royndirnar og manningina. Við nýggjum og serútgjørdum flogførum koma vit lættliga upp um skýggini og harðliga føroyska verðurlagið. Sum tey fyrstu og einastu í Europa, hava vit ment framkomnu RNP AR 01-tøknina, sum varisliga leiðir okkum uttan um tindar og harðar hvirlur, so at tú sleppur heim - og út í heim. 

Vælkomin umborð,

Atlantic Airways

 

 

Fyritøka Atlantic Airways
Stovnað 1988
Heimstaður Sørvágur
Heimasíða www.Atlantic.fo
Telefon 341000
Framleiðsla Flogfelag