Um Keyp føroyskt

Endamálið við Keyp føroyskt-átakinum er at fáa okkum øll at gerast meir tilvitað um at keypa okkara egnu framleiðslu. Hetta er eisini eitt rák, vit síggja í londunum rundan um okkum, har lokalframleiðsla vinnur fram og verður vald fram um innfluttar vørur. Íslendingar hava t.d. við politiskum átøkum og marknaðarátøkum megnað at fingið íslendingar at keypa íslendskt.

Føroysk framleiðsla fevnir um vørur, ið eru framleiddar við føroyskari vitan, vørumenning, serførleikum, handverki ella sniðgávu.