Merking


Fyri at gera føroyskar vørur sjónligar og lættar at finna, hava tær hetta merkið. So veitst tú, at vøran er framleidd við føroyskari arbeiðsmegi, vitan ella hugskotum. Rávøran kann vera føroysk ella útlendsk, men hon er altíð tilvirkað og virðisøkt í Føroyum.