Hví keypa føroyskt?


Hvørja ferð tú leggur eina av teimum mongu Keyp føroyskt-vørunum í kurvina, gert tú samstundis Føroyum og tær sjálvum eina tænastu.

Títt keyp stimbrar viljan og førleikarnar at framleiða enn fleiri, fjølbroyttari og betri vørur til tín at velja ímillum. Og jú fleiri, ið gera tað sama, jú størri verður vinningurin fyri okkum øll. 
Tá tú velur eina vøru, sum er merkt við “Keyp føroyskt” frámerkinum, veitst tú, at vøran er framleidd í Føroyum. Tað merkir, at føroysk arbeiðsmegi, tøkni, handverk, vitan og hugskot eru brúkt til tess at menna, framleiða og virðisøkja vøruna. Keyp við hjartanum, keyp føroyskt!

Higartil eru 13 føroyskir framleiðarar við í Keyp føroyskt-samtakinum við hópin av vørubólkum.

 

 

Les meira
Ofta settir spurningar