Vit hava tað sum blomman í egginum!

Stig fyri stig er Keyp føroyskt blivin ein púra vanligur partur av gerandisdegnum. Føroysk framleiðsla er grundarlagið undir vælferð og frælsi í Føroyum. Hetta vita vit føroyingar. Tí í dag keypa vit føroyskar vørur – við stoltleika. 

Men vit vita eisini, at hetta snýr seg um meir enn at keypa føroyskar vørur.
Tí at keypa føroyskt er at liva føroyskt, vera føroysk. Og mest av øllum – tað er nakað, vit eru saman um. Hesaferð eru øll vinnarar, og tað er okkum sjálvum fyri at takka.

Keyp føroyskt!