Krás


Matvøruframleiðslan hevði higartil virkað sum ein deild hjá Pf. Poul Hansen heilsølu. Men í 1986 varð Pf. Krás stovnað sum eitt dótturfelag hjá Pf. Poul Hansen og yvirtók alla matvøruframleiðsluna. Fyri nøkrum árum síðan flutti virkið til Hósvíkar, og matvøruframleiðslan nú kann ikki samanberast við hana, sum byrjaði fyrst í 70'unum, og úrvalið er økt munandi.

Krás framleiðir rullupylsu, kjøtpylsu, skinsakjøt og tað vælumtókta livurposteiið til viðskera úr bestu rávørunum.

Til feskan døgurðamat verður framleitt fiskafars, kjøtfars, malið neytakjøt, ymsar steikir av neytakjøti og kotelettir o.a. av svínakjøti.

Til frystan døgurðamat verður framleitt saltsprongt lambskjøt, saltsprongt neytakjøt og lambstjógv. Umframt hetta roykir Krás bæði hamburgarrygg og flesk.

Í løtuni arbeiða tíggju fólk hjá Krás. Tey skulu bert hugsa um dygga tilgerð av vøruni, meðan heilsølan tekur sær av sølu, umsiting og avgreiðslu av vøruni. Arbeiðshølini og útgerðin eru nýggj við eini nýmótans pakkilinju. Virkið lýkur øll krøv til matvøruframleiðslu og er góðkent av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Kappingin móti innfluttum vørum er í dag serliga hørð. Krás slakar tó ikki upp á dygdina, hon verður altíð sett í hásætið. Kappingin uttanífrá rakar ikki alla framleiðsluna hjá Krás. Stórur partur av framleiðsluni er serføroysk, so sum skinsakjøt og føroysk rullupylsa. Stórur dentur verður lagdur á at gera dygdargóðar vørur. T.d. hevur livurposteiið sera gott umdømi.